Sjey mánaðir null svar

Sjey mánaðir null svar
Býráðið á Tvøroyri veit franvegis ikki, hvagar hon skal senda rokningina fyri oljudálkingina 25.september í fjør.
Olja dálkaði Trongisvágsfjørð 25.september í fjør. Illgruni er um trý skip.
 
01.05.2014 - 13:31

Løgreglan veit framvegis ikki, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð við olju fyri sjey mánaðum síðani. Tvøroyar kommuna er farin at ótolnast.

25. september var oljudálking á Trongisvágsfirði.

Enn veit løgreglan ikki, hvør dálkaði.

Royndir eru tiknar av oljuni hjá trimum skipum, millum annað Smyrli, fyri at samanbera við oljuna, sum var á sjónum.

Tvøroyar kommuna hevur ofta rykt eftir svari frá løgregluni.

13. februar í ár skrivar Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni í einum telduposti til Tvøroyrar kommunu, at royndirnar vóru sendar til Danmarkar. Sagt varð, at seks til átta vikur fóru at ganga, áðrenn svarið kom. 

Men hóast 11 vikur nú eru farnar, er framvegis einki svar komið. John Martin Olsen, økisleiðari hjá løgregluni, sigur í dag, at einki nýtt er í málinum

Higartil hevur kommunan rindað ta knøppu hálvu milliónina, sum tað kostaði at taka oljuna upp. Men so leingi, kommunan ikki veit, hvør dálkaði, hevur kommunan ongan at senda rokningina. 

 

 

 

 

, og spurningurin tí, hvør skal rinda rokningina? Eisini er spurningurin hvør skal rinda bótina fyri dálkingina, tí bótin fyri at dálka við olju er stór eftir, at hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 kr., og hon er 250.000 kr. fyri 1.000 litrar. ]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962