- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jacklin og Sveinur eru ársins hondbóltsleikarar
Ársins hondbóltsgalla er løtan tá hondbóltsleikararnir úr øllum hondbóltsfeløgnum í føroyum hittast, og verða tey bestu av teimum bestu kosin.
Stóra løtan er tá ársins leikarar skulu avdúkast, og gjørdist hetta eisini eitt tendringspunkt í høllini á hálsi í kvøld.
Tilnevningin fer soleiðis fram at hvørt lið fær tvær atkvøður. Ein atkvøðuseðil eigur venjarin og hina eiga leikararnir.
Tó er ikki loyvt at atkvøða uppá ein frá sínum egna liði.
Tær tilnevndu til ársins leikara hjá kvinnum:
-Liljan Durhuus, VÍF
-Jacklin Durhuus, Neistin
-Kristina Gritseike, Kyndil
-Rebekka Justinussen, STíF
Teir tilnevndu til ársins leikara hjá monnum:
-Filip Jovic, VíF
-Sveinur Justinussen, STÍF
-Marius Joensen
Vinnararnir gjørdust so Jacklin Durhuus úr neistanum og Sveinur Justinussen úr STÍF.
Sveinur var ikki til staðar at taka í móti heiðrinum, tískil tók Marius Joensen í móti vegna Svein.
Jacklin, Jacklin og aftur Jacklin
Jacklin Durhuus var sera rørd tá hon varð kosin at vera ársins leikari.
Hon takkaði fyri og segði at hon treivst sera væl í neistanum, men fór tó altíð at vera ein vestmenningur.
Jacklin Durhuus varð ikki bert ársins leikari í kvøld. Hon vann eisini ársins toppskjútti hjá kvinnum við 144 málum. Hon skeyt trý mál fleiri enn Simona Petersen á øðrum plássi við 141 málum.
Ársins lið, varð sett av landsliðsvenjarunum. Landsliðsvenjararnir valdu Jacklin Durhuus at vera ársins vinstri vongur á ársins liði.