Trygdin í hásæti í Boston Maraton

Trygdin í hásæti í Boston Maraton
Eitt ár er liðið síðani bumbuatsóknina, sum drap trý fólk og løstaði fleiri enn 260
 
21.04.2014 - 10:24

Nógv løgreglufólk og servandir hermenn úr øðrum staum vera á teininum, sum er góðar 42 kilometrar til longdar.

Luttakarar verða kannaðir á eftirlitisstøðum, og tað er ikki loyvt at hava taskur við, bara gjøgnumskygdir posar eru loyvdir.

36.000 rennarar luttaka í Boston Maraton hesaferð. Tað eru 9000 fleiri enn vanligt.

Roknað verður við, at áleið hálv millión áskoðarar fara at stuðla rennarunum á teininum. Startskotið ljóðar klokkan trý korter til eitt okkara tíð.

Rættarmálið móti Dzokhar Tsarnev, sum er ákærdur fyri yvirgangsatsóknina fyri einum ári síðani, byrjar í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949