- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriður í Ukraina heldur fram
Ófriður í Ukraina heldur fram
Myndugleikarnir í Ukraina hava tikið 70 fólk í býnum Kharkiv. Tað kann føra til borgarakríggj, sigur Rusland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ofridur-ukraina-07042014-ap.jpg?itok=tRo9txpV)
70 fólk vórðu tikin í ófriði í Ukraina í gjár, tí tey gjørdu seg inn á stjórnarbygningar
Mynd: AP
08.04.2014 - 11:32
<p>Tey 70 fólkini eru tikin, tí tey høvdu hertikið stjórnarbygningar í býnum, sigur ukrainski innanríkisráðharrin, Arsen Avakov. Talan var um eina antiyvirgangsatsókn, sum skuldi tryggja friðin, sigur ukrainski innanríkisráðharrin.</p>
<p>Miðbýurin er stongdur og hann verður latin upp aftur, so skjótt sum viðurskiftini eru trygg, sigur hann. Samstundis ávarar Rusland Ukraina ímóti at lata herin taka sær av viðurskiftunum í eystara partinum av Ukraina.</p>
<p>Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ávarar Ukraina ímóti at senda herin til eystara partin av landinum, tí tað kann føra til borgarakríggj, sigur hann.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV