- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finski forsætisráðharrin leggur frá sær
Finski forsætisráðharrin leggur frá sær
Jyrki Katainen boðaði í gjárkvøldið frá, at hann leggur frá sær í juni. Hann ætlar sær starv í Evropa samveldinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jyrki-katainen-ap.jpg?itok=UIwc2_yi)
Jyrki Katainen, finskur forsætisráðharri, leggur frá sær í juni mánað, eftir tíggju ár í sessinum
Mynd: AP
06.04.2014 - 10:30
<p>Grundgevingin hjá honum fyri at fara frá er, at flokkur hansara, tann konservativi Savningarflokkurin, hevur tørv á nýggjum hugskotum. Jyrki Katainen hevur verið formaður í flokkinum í tíggju ár.</p>
<p>-Tíggju ár er long tíð. Eg ætli mær víðari í lívinum, sigur Katainen sambært tíðindastovuni Ritzau.</p>
<p>Í Finlandi gita tey, at fráfarandi forsætisráðharrin ætlar sær onkran altjóða sess. kanska sum formaður í ES-nevndini, tá nýggja nevndin verður útnevnd seinni í ár.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV