Medvedev vil tryggja Ukraina orku og reint vatn

Medvedev vil tryggja Ukraina orku og reint vatn
Russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, vil hava altjóða samráðingar, sum kunnu tryggja Krim-hálvoynni orkuveitingar og vatn
- Vit mugu á besta hátt tryggja, at Krim-hálvoyggin fær orku og reint vatn, sigur Dmitrij Medvedev, russiskur forsætisráðharri
Mynd: AP

24.03.2014 - 17:03

- Vit mugu á besta hátt tryggja, at hálvoyggin fær sínar veitingar, sigur Dmitrij Medvedev. Krim-hálvoyggin fær 80 prosent av øllum sínum streymi og vatni frá Ukraina.

Medvedev hevur áður gjørt greitt, at Rusland er til reiðar at styrkja síni sambond við Ukraina - tó ikki við tey fólk, sum hava tikið sær valdið við blóðugum stríði.

Á Facebook skal Medvedev sambært Reuters hava sagt, at tað stýri, sum nýggju leiðararnir í Ukraina nú standa fyri, er sera óstøðugt og at tað fer at enda við kollvelting og meiri blóði.

Medvedev: Janukovitsj skal fyri ríkisrætt

Samstundis sigur Medvedev, at myndugleikin hjá frákoyrda forsetanum, Viktor Janukovitjs, er burtur, men sambært Ukrainsku grundlógini er hann framvegis hægstráðandi í landinum.

- Um Ukraina heldur, at hann er sekur, so fái hann fyri ein ríkisrætt og dømi hann. Alt annað er lógloysi, heldur russiski stjórnarleiðarin og fyrrverandi forsetin, uttan at koma inn á, at Ukraina hevur biðið um at fingið Janukovitj flýggjaðan út úr Ruslandi.

Medvedev sigur í sínum Facebook-skrivi, at Rusland ynskir, at Ukraina skal vera sterkt og støðugt, eins og landið skal vera til at líta á og ein búskaparligur vælvirkandi samstarvsfelagi, skriva Ritzau og Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155