- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygningar í New York rapaðir eftir spreinging
Bygningar í New York rapaðir eftir spreinging
Tveir bygningar í New York eru rapaðir eftir eina spreinging, skrivar The New York Times. Tvey fólk eru deyð, fyribils eru 12 fólk saknað
Mynd: AP
12.03.2014 - 14:28
Tveir bygningar eru rapaðir í Manhattan, New York eftir eina spreinging, ið hendi klokkan 13:31 í dag, føroyska tíð, skrivar The New York Times.
Tvey fólk hava latið lív, 16 eru send á sjúkrahús og 12 eru saknað, upplýsa myndugleikarnir í New York fyri amerikanskum netmiðlum.
Óttast verður eisini, at enn fleiri fólk kunnu liggja undir húsaleivdunum enn almenna talið.
Í løtuni stríðast fleiri enn 150 sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á støðuni, sum greitt yvirlit ikki er yvir enn, skrivar The New York Times.
Mett verður, at tað var ein gassleki, ið elvdi til spreinginina í New York um døgverðatíð í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV