- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nunnur latnar leysar í Sýrialandi
Tað vóru fleiri griksk-ortodoxar nunnur í býnum Maaloula, sum fyri trimum mánaðum síðan vórðu rændar. Tær eru nú komnar aftur til Damaskus.
Leyslatingin var ein liður í samráðingum við sýrialendsku stjórnina, sum afturfyri lat umleið 150 kvinnur og børn leys úr fongslum hjá Assad-stjórnini.
”Vit hava tað gott, men eru ógvuliga troyttar. Fyri tað mesta eru rænararnir farnir væl við okkum,” siga tær.
Tað vóru samráðingarfólk hjá stjórnunum í Qatar og Libanon, sum stóðu fyri tingingunum um leyslating.
Hafez Makhlouf, guvernørur í Damaskus, var millum teirra, sum tóku ímóti nunnunum, áðrenn tær fóru víðari til griksk-ortodoxa arbeiði sítt í Maaloula.
Hildið verður, at tað var ein al-Quaeda-avleggari, al-Nusra Front, sum tók nunnurnar til gísla.
”Gud fór ikki frá okkum,” segði móðir Pelagia Sayyaf, leiðari í Mar Takla-kleystrinum í Maaloula.
”Men vit tóku krossarnar av okkum, tí vit vóru á skeivum stað at hava teir hangandi um hálsin,” sigur altso Móðir Pelegia Sayyaf.
Kelda: BBC