Flogfar horvið: Eingi tekin um lív

Flogfar horvið: Eingi tekin um lív
Eitt Boeing 777-flogfar hjá Malaysia Airlines er horvið á veg frá Kuala Lumpur til Beijing. 239 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum
Eitt ferðafólkaflogfar við 239 ferðafólkum hjá Malaysia Airlines er horvið á túrinum frá Kuala Lumpur til Beijing
Mynd: AP

08.03.2014 - 09:41

Malaysia Airlines hevur mist samband við eitt av sínum ferðafólkaflogførum, ið fór úr Kuala Lumpur til Beijing seinnapartin í gjár, føroyska tíð.

Flogfarið fór úr malaysiska høvuðsstaðnum klokkan 16:41 í gjár og skuldi eftir ætlanini lenda í kinesiska høvuðsstaðnum klokkan 22:30 í gjárkvøldið.

Flogfarið er horvið sum døgg fyri sólini. Malaysia Airlines hevur ikki havt samband við flogfarið, síðan tað brádliga hvarv á túrinum seinnapartin fríggjadagin.

Ymiskar frágreiðingar um flogfarið

Ymiskar frágreiðingar hava verið frammi um, hvat kann vera hent við flogfarinum hjá Malaysia Airlines við teimum 239 ferðafólkunum, síðan tað hvarv.

Ein talsmaður fyri sjóverjuna í Vietnam sigur, at sjónarváttar hava sæð flogfarið fara í havið í útsynningspartinum í Vietnam, við Tho Chu-oynna.

Myndugleikarnir í Malaysia siga, at tað ikki kann útihýsast, at flogfarið kanska hevur verið fyri yvirgangi. Eingi prógv eru tó komin fram um hetta enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657