Lóggávuting: Krim skal uppí Russland

Lóggávuting: Krim skal uppí Russland
Limir í lóggávutinginum í Krim hava einmælt atkvøtt fyri, at hálvoyggin nú skal gerast partur av Russlandi. Uppskotið skal nú til fólkaatkvøðu
Íbúgvarnir á Krim-hálvoynni skulu 16. mars á fólkaatkvøðu taka støðu til um Krim skal gerast partur av Russlandi
Mynd: Google Earth  
 
06.03.2014 - 10:43

Lóggávutingið á Krim hevur einmælt samtykt, at ukrainska hálvoyggin, Krim, skal gerast partur av Russlandi, skrivar russiska tíðindastovan RIA.

Íbúgvarnir á Krim-hálvoynni skulu á fólkaatkvøðu 16. mars gera av, hvørt Krim skal gerast partur av Russlandi, hava limir í lóggávutinginum á Krim einmælt samtykt.

Krim-hálvoyggin, hvørs íbúgvar fyri tað mesta eru russar, hevur, síðan forsetin í Ukraina, Viktor Janukovitsj, varð rikin frá, verið miðdepil í stríðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657