Makrelsamráðingar ganga støðugt framá

Makrelsamráðingar ganga støðugt framá
Strandarlondini halda fram við samráðingunum um makrelin í Edinburgh í dag.
 
05.03.2014 - 14:00

Upprunaliga var ætlanin at samráðingarnar skuldu vera í tveir dagar, mánadagin og í gjár. Útlitini fyri semju eru kortini somikið góð, at partarnir eru sinnaðir at halda á til fríggjadagin, um tað verður neyðugt.

Tað frættist úr Edinburgh, at tað gongur støðugt framá.

Tað kom stígur í samráðingarnar, tá tað kom fram, at ES skal hava helvtina av grønlendsku makrelkvotuni. Norðmenn eru í øðini um tað, og tað tykist skilja partarnar í løtuni.

Fyri bæði Norra og ES hevur tað skund at finna semju. Donsk skip sleppa millum annað ikki at fiska í norskum øki, tí tey eru ikki samd um eina fiskivinnuavtalu fyri í ár. Avtalan er ikki undirskrivað, tí siðvenja er, at kvoturnar um makrelin skulu býtast millum strandarlondini, áðrenn ES og Norra finna semju sínámillum. Nógv donsk skip á vesturstrondini í Jyllandi eru rakt av banninum.

Í Edinburgh fóru partarnir aftur til samráðingarborðið í morgun, og teir sita væntandi til langt út á kvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946