Putin: Valdsskiftið í Ukraina var ólógligt

Putin: Valdsskiftið í Ukraina var ólógligt
- Talan var um eitt hernaðarkvett, sum var í stríð við grundlógina, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Valdsskiftið í Ukraina var ólógligt, segði russiski forsetin, Vladimir Putin, á tíðindafundi fyri løtu síðani.
 
04.03.2014 - 13:59

Fyrrapartin týsdagin hevði russiski forsetin boðað til tíðindafundar um viðurskiftini í Ukraina. Ongi útlendsk tíðindafólk fingu atgongd til tíðindafundin.

- Fólkið í Ukraina vildi hava broytingar, men vit kunnu ikki stuðla ólógligum broytingur, sigur Vladimir Putin.

Nýnasistar

Russiski forsetin heldur uppá, at nýnasistar og gýðingahatarar herja í Ukraina og serliga í Kiev, og hann sigur ræðslu vera komna á fólkið har eysturi í Ukraina.

- Vit taka okkum rætt at nýta allar neyðugar hættir at verja tey, biðja tey okkum um tað. Og tað verður ikki við mýkindum, sigur Vladimir Putin. Hann leggur dent á, at ukrainska tjóðartingið er lógligt, men tað eru landsins leiðarar ikki.

Kelda: Reuters/Sky News/Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657