Fyrstu skotini latin av í Ukraina

Fyrstu skotini latin av í Ukraina
Ávaringarskot eru í morgun latin av við eina hernaðarstøð á Krim-hálvoynni, siga fleiri keldur.
 
04.03.2014 - 09:05

Fyrstu ávaringarskotini eru latin av við herstøðina Belbek Air Base nærhendis Sevastopol á Krim.

Tað er ikki greitt, hvør hevur skotið.

Fyrst skrivaðu fleiri keldur á sosiala miðlinum Twitter - eitt nú Simon Shuster, journalistur á Time, at ukrainskir hermenn hava skotið 10 ávaringarskot móti russum, sum hava hertikið støðina.

CNN skrivar hinvegin, at tað eru russar, sum hava skotið 10 skot upp í loft fyri at ávara óvápnaðar ukrainskar hermenn, sum nærkast inngongdina til herstøðina.

Einki álop

Hóast tað ljóðaði í gjár, at russar høvdu hótt við at leypa á ukrainsku herdeildirnar á Krim-hálvoynni, um tær ikki løgdu vápnini áðrenn klokkan fýra í nátt, so er ongin fráboðan komin úr Krim um nakað russiskt álop, sambært tíðinastovunum Ritzau og Reuters. Ein kelda í ukrainska uttanríkisráðnum segði í gjár, at tað var russiski herflota-ovastin, Alexander Vitko, sum gav kravboðini, og ein tíðindatalsmaður fyri ukrainska verjumálaráðið váttaði fyri bretska BBC, at russar høvdu sett ukrainum hesi kravboðini.

Men seinni í gjár avsannaðu russiskir myndugleikarnir hesi tíðindini.

- Hatta er vrøvl, segði ein dulnevnd kelda í russiska svartahavs-herflotanum, sambært Interfax. Og nú í morgun er onki at hoyra um nakað álop á Krim, sambært Reuters og Ritzau. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657