Norska Stórtingið: Fyrningarfreistir takast av

Norska Stórtingið: Fyrningarfreistir takast av
Fyrningarfreistin fyri dráp og álvarslig brotsverk kann gerast søga í Noregi. Tað merkir, at ein brotsmaður ongantíð sleppur undan revsing.
Norska Stórtingið fer at taka støðu til, um fyrningarfreistirnar í álvarsligum brotsverkum skulu burturbeinast.
 
04.03.2014 - 10:13

Stórtingsnevndin við løgmálum fer væntandi í dag at atkvøða um at beina burtur 25 ára fyrningarfreistina í álvarsligum brotsverkum.

Siðamisbrot og neyðtøka

Tað er Kristiligi Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram. Flokkurin vil beina burtur fyrningarfreistina í álvarsligum málum sum siðamisbroti, neyðtøku- og drápsmálum.

- Eg eri troyttur av at síggja, at brotsmenn sleppa at ganga leysir, tí revsimál eru fyrnað, sigur ein framsøgumaður hjá norska Framburðsflokkinum.

Framburðsflokkurin legði eitt líknandi uppskot fyri Stórtingið í fjør, men tá hendi onki meira, tí uppskotið skuldi takast við í ein størri "pakka."

- Eg fegnist um, at Kristiligi Fólkaflokkurin tekur málið uppaftur, sigur Hadia Tajik, limur í Arbeiðaraflokkinum.

Roknað verður við, at meiriluti fæst fyri uppskotinum at burturbeina fyrningarfreistirnar fyri álvarslig brotsverk í Noregi.

Kelda: VG

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657