Fremsti ráðgevin hjá Janukovitsj skotin

Fremsti ráðgevin hjá Janukovitsj skotin
Umsitingarstjóri- og fremsti ráðgevi hjá Victor Janokovitsj, Andreij Kljujev, er løstaður av skotum.
Fremsti ráðgevin hjá Janokovitjs er løstaður av skotum.
 
25.02.2014 - 14:04

Ein talsmaður hjá Kljujev, Artem Petrenko, váttar, at Kljujev er løstaður, og at onkur hevur rænt heim hansara uttan fyri Kijev.

- Andreij Kljujev er løstaður. Eftir hvat eg havi fingið at vita, so er ikki talan um lívshóttandi løst, sigur Artem Petrenko við tíðindastovuna Interfax-Ukraina.

Enn dugir ongin at siga, um frákoyrdi ukrainski forsetin, Victor Janokovitjs, var saman við ráðgevanum, tá hesin varð skotin.

Kelda: NTB/VG

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123