- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norra og ES mist felagsstevið í makreltrætuni
Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, duldi ikki misnøgd sína við ES á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum Fiskebåt í gjár.
Hon segði, at ES órógvar samráðingarnar hjá strandar-londunum um makrelin.
Reiðarar í Norra fýlast á, at makreltrætan ger, at Norra heldur ikki fær avtalur við ES um onnur fiskasløg. Fiskiskapur, sum vanliga plagar at byrja í januar, hevur ikki verið í ár.
Skal standa sína roynd
Makrelstríðið hevur eisini gjørt, at norsk skip nú í nøkur ár ikki eru sloppin at fiska í føroyskum sjógvi. Føroysk skip sleppa heldur ikki í norskan sjógv at royna.
Eliasbeth Aspaker viðgongur, at samstarvið millum Norra og ES skal standa sína roynd, tí ES lovaði Føroyum og Íslandi størri kvotu, uttan at Norra góðkendi tað, skrivar Fiskeribladet Fiskaren.
Norski reiðarar halda, at Norra eigur at gevast við samráðingunum um makrelin og gera tað, sum Norra heldur er skilabest. Men tað vil ráðharrin tó ikki. Hon gjørdi tó greitt á aðalfundinum hjá norsku reiðarunum, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í norskum sjógvi. Hon nevndi ikki Føroyar í tí sambandinum.
Hjá føroysku nótaskipunum er tað ein fyrimunur at sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi, tí tá fæst betri prísur fyri fiskin.
Men so leingi, semja ikki fæst um makrel og sild, sleppa føroysk skip ikki í norskan sjógv.
ES ger skitna arbeiði
Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, fanst hvassliga at handfaringini hjá ES av makreltrætuni í samrøðu við útvarpið 25. januar í ár.
ES noyðist nú at skitna arbeiði fyri Føroyar og Ísland í makrel-trætuni og trýst Norra at lata burtur av síni kvotu, tí Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommiserur, hevur vavt samráðingarnar upp í ein ellubita við at bjóða Føroyum og Íslandi 11,9 prosent av heildarkvotuni uttan um Norra, eru bersøgnu orðini frá Audun Maråk.