Innflutningurin øktur

Innflutningurin øktur
31 prosent fleiri bilar komu til landið í fjør enn í 2012, vísa tøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt
 
20.02.2014 - 08:40

Innflutningstølini benda á, at tað gongur betur búskaparliga í Føroyum. Innflutt varð fyri væl meira í fjør enn fyrraárið.

Meira var at gera hjá byggivinnuni í fjør enn árið fyri. Byggitilfar fyri 422 milliónir krónur varð innflutt í fjør, tað eru 66 milliónir krónur meira enn í 2012. 

Men tað er kortini langt frá metinum í innfluttum byggitilfari, sum er frá 2007.

Tá skip og flogfør eru undantikin, var føroyski innflutningurin í fjør tvey prosent størri enn í 2012.

Bilasølan økt 31 prosent

Størsta vøksturin í prosentum hava bilarnir. 31 prosent fleiri bilar komu til landið í fjør enn í 2012, vísa tølini, sum Hagstovan hevur kunngjørt.

Men eisini her er eitt fitt petti upp til metárið, sum var 2007.

Og árið 2007 var samanumtikið eitt serstakt ár, tá talan er um innflutning. Hagstovan sigur, at innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði nógv árini eftir 2007, tá fíggjarkreppan gjørdi um seg.

Næstseinast, innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði, var aftan á 1988. Tá gingu 12 ár, áðrenn innflutningurin aftur fór upp um tað, sum hann var í 1988. Í 2013 var so sætta árið, at innflutningurin til húsarhaldini var minni enn í 2007.

Men minkingin í nítiárunum var nógv størri enn nú í nýggju øldini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114