Rækjuskipini fiska væl

Rækjuskipini fiska væl
Rækjuskipini, Arctic Viking og Havborg hava gjørt góðan túr norðanfyri Svalbard
 
18.02.2014 - 14:59

Arctic Viking var á fiskileið í 27 samdøgur, og teir fingu uppí, 450 tons av rækjum, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðuni.

Arctic Viking skal landa í Kårvik, men teir fara fyrst inn í Tromsø, har teir bunkra og taka útgerð til nýggjan túr.

Arctic Viking kom til Tromsø í dag, har teir eisini skulu skifta manning.

Í morgin skal Arcitc Viking landa í Kårvik. Havborg royndi eisini norðanfyri Svalbard.

Teir fingu uppí eftir trimum vikum, og landaðu herfyri í Noreg. teir byrjaðu nýggjan túr 6. februar.

Tað eru góðar rækjur skipini fáa og prísurin er hampuligur, skrivar Jóanis Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946