Leita aftur í dag

Leita aftur í dag
Anita og Brimil leitaðu í allan gjár, men uttan úrslit
 
13.02.2014 - 08:26

Garnabáturin Anita og sjóverjuskipið Brimil leitaðu í allan gjár eftir 34 ára gamla indonesaranum, sum fór fyri borð, tá teir vóru við at seta gørnini.

Maðurin fekk ein enda um beinið, og fór fyri borð.

Anita var stødd umleið 180 fjórðingar í útstynning úr Suðuroynni, tá óhappið hendi.

Leitað varð í gjár á ytsta av teimum Ytru bankunum, men eingin maður varð funnin.

Teir góvust at leita í skýmingini í gjár.

Farið verður aftur at leita, so skjótt sum tað lýsir fyri degi, upplýsir MRCC í morgun.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946