- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta BAE flogfarið til Svøríkis
Atlantsflog og Malmø Aviation hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flogfelagið frá august langtíðarleigar seinasta flogfarið av slagnum RJ-100 frá Atlantsflogi.
Leigutíðin er 17-30 mánaðir
Sáttmálin, sum Malmø Aviation og Atlantsflog, undirskrivaðu í dag, hevur við sær, at seinasta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ-100 er á veg úr flotanum hjá Atlantsflogi.
Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flotanum, og at felagið ístaðin skuldi útvega sær flogfør av slagnum Airbus 319.
Tá seinasta av eldru flogførunum er farið úr flotanum, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveimum BELL 412 tyrlum, og einari tyrlu av slagnum AW 139, sum flogfelagið leigar í mars til at brúka í frálandavinnuni í 2014.
Framtíðarflotin hjá Atlantsflogi er natúrligur partur av strategiarbeiðinum, ið er farið í gongd, og sum verður liðugt í juni.
Leigumálið við Malmø Aviation ávirkar ikki ætlaða ársúrslitið hjá Atlantsflogi fyri 2014.
Atlantsflog fleyg frá fyrsta degi við BAE-flogførum.
Tey eru so líðandi farin úr flotanum, eftir at Atlantsflog valdi at flúgva við Airbus 319, sigur felagið í tíðindaskrivi