Ringt at selja frystan makrel

Ringt at selja frystan makrel
Um nógv meir verður fiskað í ár enn í fjør, sigur stjórin í Iceland Seafood, Helgi Anton Eiriksson
 
10.02.2014 - 09:29

Tað kann gerast torført at selja frystan makrel, um nógv meira verður fiskað í ár enn í fjør.

Tað sigur Helgi Anton Eiríksson, stjóri í Iceland Seafood, við Morgunblaðið.

Í fjør vórðu fiskað 900.000 tons av makreli.

Í ár hava strandarlondini tosað um at fiska 1,3 milliónir tons, hóast fiskifrøðingarnir í ICES mæla til ikki at fiska meira enn góð 890.000 tons.

Helgi Anton Eiríksson sigur, at frystur makrelur fer á fáar og viðbreknar marknaðir.

Higartil hevur javnvág verið millum útboð og eftirspurning, men verður útboðið 30-40 prosent størri, verður trýst lagt á prísin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946