- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn eingin semja um makrelin

Tað er enn ikki eydnast strandarlondunum at finna semju í makreltrætuni. Partarnir eru aftur farnir hvør til sítt, og samráðingarnar verða tiknar upp aftur seinni.

Í síðstu viku vóru samráðingar í tríggjar dagar í Bergen, og enn eitt samráðingarumfar hevur verið í London hesa vikuna. Heldur ikki hesaferð var avtala undirskrivað, og tað er ikki greitt, nær fundur verður aftur.

Tað skilst á øllum brøgdum, at strandarlondini eru nær einari semju. Samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, segði í vikuni, at tað er neyðugt at halda fram við samráðingunum, tí partarnir nærkast hvør øðrum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki siga, hvat prosentbýtið er á samráðingarborðinum.

- Nógv tøl hava verið frammi í miðlunum, summi eru rættari enn onnur, men eg vil einki siga fyri at órógva samráðingarnar, sum tykjast hava undanvind í løtuni, sigur Jacob Vestergaard.

Vónbrotin samráðingarleiðari

Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, er vónbrotin um, at tað ikki rakk á mál hesaferð. Sambært norska blaðnum Fiskaren er orsøkin, at strandarlondini eru ikki samd um eina sonevnda pakkaloysn.

- Norra hevur av øllum alvi spent seg út fyri at røkka einari semju, men tað er eisini eitt mark. Vit eru nær einari semju, men eingin endalig avtala spurdist burturúr hesaferð, sigur hon.

Ann Kristin Westberg vil ikki siga annað um samráðingarnar, sum hava verið.

Strandarlondini hava eisini umrøtt heildarkvotuna fyri svartkjaft og norðhavssild hesa vikuna.