- Tíðindi, mentan og ítróttur
The New York Times viðmælir Føroyar sum ferðamál
Vatikanið í Italia, Seyskelloyggjarnar í Afrika, Aspen í Kolorado, Arktis á Norðurpólinum, Nepal í Asia, Niagara Falls á markinum millum USA og Kanada...og Føroyar.
163 ára gamla amerikanska blaðið, The New York Times, hevur gjørt ein lista við 53 støðum, sum blaðið viðmælir lesarum sínum at vitja í 2014.
Nógvir lesarar síggja greinina
Netmiðilin hjá The New York Times telist millum teir allarmest lisnu amerikansku netmiðlarnar sambært hagtølum, ið vórðu savnað saman í 2011.
Sambært teimum nýggjastu almannakunngjørdu tølunum fyri netmiðilin, vitja umleið 30 milliónir brúkarar hvønn mánað heimasíðuna hjá The New York Times, nytimes.com
Flestu vitjandi á netmiðlinum eru amerikanarar, meðan heimasíðan eisini hevur nógv vitjandi í India, Kanada, Stóra Bretlandi, Meksiko, Týsklandi og Japan.
Greinin eisini í prentaða blaðnum
Tað er ikki bert á netinum, at The New York Times viðmælir Føroyar sum eitt av forkunnugum støðum at vitja í 2014, tí viðmæli kemur eisini í prentaða blaðið.
Í ferðaílegginum í pappírsútgávuni, sum kemur út nú sunnudagin 2. februar, er eisini ein prentað útgáva av viðmælinum av teimum 53 støðunum kring knøttin.
Tað er føroyski myndamaðurin, Hans Juul Hansen, ið hevur tikið myndina av Gásadali, sum prýðir viðmælið av Føroyum sum ferðamál í 2014.