- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandarlondini viðgera trætuna um makrelkvotuna
Hesa ferð verður fundurin í Bergen, tí Norra og ES kortini hava fund í Bergen um sínámillum fiskirættindi. Annars hava samráðingarnar um makrelin verið í London.
Hetta umfarið byrjaði 15. januar. Eftir tveir dagar vórðu samráðingarnar lagdar niður og síðani tiknar upp aftur í síðstu viku. Heldur ikki tá bar til, og nú verður aftur roynt í Bergen í dag.
ES lovar Føroyum og Íslandi 12 prosent
Sum skilst er stóri knúturin júst nú, hvussu nógv Norra og ES skulu lata av sínum kvotum til Føroya og Íslands, nú ES hevur lovað Føroyum og Íslandi knappliga 12 prosent í part av heildarkvotuni.
Norra heldur upp á, at tá hetta er eitt uppskot hjá ES, eigur ES at lata meira burtur av sínum parti enn Norra.
Norski fiskivinnuráðharrin, Elisabeth Asp-Aker, sigur í tíðindaskrivi, at tað gongur rætta vegin, men nú er tolið um at vera uppi hjá øllum, og minnir á, at Noreg hevur slakað nógv fyri at ganga krøvunum frá Føroyum og Íslandi á møti.