Oljuleiting við Føroyar takast uppaftur

Oljuleiting við Føroyar takast uppaftur
Hálvan apríl verður aftur farið at leita eftir olju við Føroyar, boðar Jarðfeingi frá
Hálvan apríl verður aftur farið at leita eftir olju við Føroyar, tá Statoil fer í gongd við at bora brunnin Brugdan II
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
27.01.2014 - 08:48

Jarðfeingi boðaði fríggjadagin frá, at Statoil hevur biðið um loyvi at bora brunnin "Brugdan II," ið er góðar 80 fjórðingar í landssynning úr Føroyum.

Statoil er fyristøðufelag og eigur eigur 35 prosent av loyvinum. Hini feløgini, sum eru við, eru ExxonMobil, sum eigur 49 prosent, OMV eigur 15 prosent og Atlantic Petroleum eigur eitt prosent.

SÍ EISINI Stór íløga í oljuleiting í Føroyum

Byrjað varð at bora brunnin í 2012. Men tá eydnaðist ikki at gera arbeiðið liðugt, áðrenn veturin kom.

Seinni í ár fer Statoil at standa fyri einari aðrari boring í føroyska landgrunninum. Tann brunnurin er á økinum Súla/Stelkur, sum er beint við markið millum Føroyar og Hetland.

Átta ára gamalt oljuloyvi latið inn aftur

Samstundis - sum søkt varð um loyvi halda fram við at bora Brugduna II, lótu Statoil, ExxonMobil og OMV Jarðfeingi eitt annað loyvi inn aftur.

SÍ EISINI Brugdan er ring at hava við at gera

Hetta loyvið varð latið hálvan januar í 2005. Og nú níggju ár seinni kom tað aftur. Jarðfeingi upplýsir, at feløgini, sum fingu loyvið, hava kannað økið.

Men kanningar-úrslitini vóru ikki so áhugaverd, at tey eggjaðu feløgunum at halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946