Kolvetni funnið í leitibrunni hjá Faroe Petroleum

Kolvetni funnið í leitibrunni hjá Faroe Petroleum
Bæði olja og gass eru funnin í einum leitibrunni, sum Faroe Petroleum eigur 30 prosent í. Faroe Petroleum stendur eisini fyri boringini
Bæði olja og gass eru funnin í einum leitibrunni, sum Faroe Petroleum eigur 30 prosent í, boðar felagið frá í morgun (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: fp.fo  
 
27.01.2014 - 12:21

Faroe Petroleum kunnger í morgun, at kolvetni, bæði gass og olja av góðari góðsku, eru funnin í Novus brunninum, sum er í norska landgrunninum.

Fyribilsmetingar siga, at tá umroknað er til olju, er talan um 6 til 15 milliónir tunnur. Men einsamallur er Novus brunnurin tó neyvan rakstrarverdugur.

Saman við øðrum leitimiðum í loyvinum kann hann tó gerast rasktrarverdugur seinni. Faroe Petroleum byrjaði at bora Novus tann 11.november í fjør.

Borað varð niður á 2.957 metrar. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946