Fyrstu smoltini sett út við Velbastað

Fyrstu smoltini sett út við Velbastað
Alifyritøkan Hiddenfjord hevur til royndarverkætlan fingið loyvi at seta smolt út við Velbastað, einar 300 m suður frá lendingini við Velbastað
Royndin hevur til endamáls at vita, um fiskur trívist í streymhørðum sjógvi
 
22.01.2014 - 10:13

Leygardagin vórðu fyrstu smoltini sett út, tað var brunnbáturin Víkingur, sum førdi smoltini av Miðvági suður á Velbastað.

Tilsamans verða 170.000 smolt í aliringunum við Velbastað.

- Vit seta stór smolt út, tey størstu viga uml. 700 gramm, sigur stjórin á Hiddenfjord, Atli Gregersen, við heimasíðuna jn.fo.

Royndarverkætlan

Royndin hevur til endamáls at vita, um fiskur trívist í streymhørðum sjógvi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið alifelagnum Luna í Vágum loyvi at leggja út tríggjar aliringar í Hestfjørð - út fyri Velbastað.

Luna hevur loyvi at ala í Hestfirði, frá Kirkjubønesi og til Miðvágs, og Alti Gregersen, stjóri sigur kvf.fo, at hetta verður gjørt sum royndarverkætlan fyri at vita, um fiskur yvirhøvur trívist í harða streyminum út fyri Velbastað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946