Søkja eftir stjóra til Strandferðsluna

Søkja eftir stjóra til Strandferðsluna
Stjórin skal tryggja støðugan, úrslitagóðan og tryggan rakstur
Samlað flyta Strandfaraskip Landsins 1,1 mió. ferðafólk um árið
 
21.01.2014 - 11:17

Vinnumálaráðið søkir nú eftir stjóra til Strandfaraskip Landsins. Nýggi stjórin skal tryggja eina skilagóða og munadygga fíggjarstýring.

Starvið er lønt í 38. lønarflokki, men er ikki tænastumannastarv, stendur í lýsingini.

Evsta mark at søkja starvið er 6. februar 2014. Lýsingin kann lesast her.

 

Um SSL

Strandfaraskip Landsins veitir árliga tænastur fyri uml. 200 mió. kr.

Á Strandfaraskipum Landsins eru 123 fulltíðarstørv. Starvsfólkini hava rættiliga ymiskar útbúgvingar og førleikar, og ein stórur partur av teimum arbeiðir í skiftandi vaktum.

Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin fyri stovnin er á Tvøroyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463