Bogaskjóting: Anja kláraði kravið til HM

Bogaskjóting: Anja kláraði kravið til HM
Mynd: Annika Vang  
 
12.01.2014 - 20:05

Anja Johansen, ið skjýtur fyri Vágaskot hevur klárað kravið til HM. 
Kravið hjá kvinnligum skjúttum, er at fáa 560 ella fleiri stig út av 600 møguligum,
Meðan menninir skulu fáa 581 stig út av 600 møguligum.

Og Anja kláraði í dag at skjóta seg til 560 stig fyri fyrstu ferð.

Hettur hevur við sær at Anja skal klára hetta einaferð aftrat, 
og kann so luttaka til HM, ið verður í Fraklandi seinni í ár. 

Anja Johansen hevur bert skotið í fá ár, men sigur at tað
aldrin er ov seint at byrja. Hon hevur enn ikki luttikið á oyggjaleikum, 
men sigur hon at hetta avgjørt eitt mál hon hevur sett sær. 
Um hon klárar kravið aftur í ár, so byrjar eini meira miðvís venjing fram ímóti HM.



 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949