- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ókeypis at koyra í Vágatunlinum um hálvt ár
- Um eitt hálvt ár verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum.
Tað sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi, við tíðindaportalin In.fo.
Hann tekur undir við partamanni sínum í Fíggjarmálaráðnum, Jørgeni Niclasen, sum hevur sagt við Sosialin, at landið hevur eina polititiska og moralska skyldu við brúkaran, at tá lánini í undirsjóvartunlunum eru goldin, skal tað vera ókeypis at koyra.
Jákup Mikkelsen sigur við In.fo, at innskotið hjá landinum skal avgjørt ikki rindast aftur. Tað er ein partur av gjaldinum fyri tunnilin, og hevur einki við lánið at gera, sigur hann.
Greið avtala
Formaðurin í Fólkaflokkinum á tingi sigur, at tað var ein greið politisk avtala, at landið skuldi seta pening í tunnilin, og restin skuldi fíggjast við láni. Og tá lánið er afturgoldið, skal verða ókeypis at koyra.
Uni Danielsen, stjóri í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, hevur sagt við Sosialin, at tað verður ikki ókeypis at koyra, eftir at lánini verða afturgoldin, tí tað kostar 12-16 milliónir kr. at halda tunlarnar.
Men Jákup Mikkelsen sigur, at raksturin av undirsjóvartunlunum skal leggjast undir Landsverk, eins og aðrir tunlar og vegir.
Lánið í Vágatunlinum verður útgoldið um eitt hálvt ár, og lánið í Norðoyatunlinum í 2018 ell 2019