Børn og snildtelefonir: Fleiri mál um barnaporno og lokking

Børn og snildtelefonir: Fleiri mál um barnaporno og lokking
Summi mál kunnu sporast aftur til fólkaskúlar í Føroyum, sigur leiðarin á kanningardeildini hjá politinum
Summi mál kunnu sporast aftur til fólkaskúlar í Føroyum. (Savnsmynd)
 
09.01.2025 - 18:00

Politiið staðfestir, at tað eru alsamt fleiri mál um barnaporno og grooming/lokking, nú so nógv børn hava snildtelefon. 

- Í sambandi við móttøku og deiling av barnapornografiskum tilfari, kunnu summi mál sporast aftur til fólkaskúlar í Føroyum, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum.

Sosialir miðlar, sum hava heimstað í USA, hava skyldu til at boða NCMEC-felagsskapinum frá, um okkurt gongur fyri seg, sum kann vera revsivert.

 

Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum. 

 

NCMEC stendur fyri National Center for Missing & Exploided Children. Politiið hevur fingið fráboðanir haðani síðani 2022, har útvið 1.100 myndir eru av føroyskum børnum undir 18 ár.

Politiið fær umleið 10 fráboðanir frá NCMEC um mánaðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

0901205_Lokking

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981