Yvirskipaðan politikk fyri skapandi vinnur

Yvirskipaðan politikk fyri skapandi vinnur
Mentanarnevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá Tjóðveldi um filmspolitikk og filmsgrunn
 
08.01.2014 - 07:58

Síðst í januar fer løgtingið at biðja landsstýrið koma við einari heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri skapandi, kreativar, vinnur, millum annað filmslist.

Tað spurdist burtur úr uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at orða yvirskipaðan filmspolitikk og stovna filmsgrunn.

Nú uppskotið er viðgjørt í Mentanarnevndini, er nevndin samd um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri løgtingið um uppskot um heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film. Skapandi vinnur veksa skjótari enn so nógvar aðrar vinnur í heiminum. 

Eingin ætlan

Í Føroyum er eingin yvirskipað ætlan, sum fevnir um eitt nú film, telduspøl, tónleik, bókmentir, sniðgeving og matgerð. Tí er brúk fyri einari heildarætlan, sigur Mentanarnevndin, sum hevur broytingaruppskot til uppskotið hjá Tjóðveldi, so tað umfatar alla skapandi vinnu, ikki bara film.  

Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn síðst í januar, tí Vinnunevndin fer til Kina. Atkvøtt verður um uppskotið um skapandi vinnur tann 30.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981