Læna 31 mió. kr. til at umvæla heimið á Sýnini

Læna 31 mió. kr. til at umvæla heimið á Sýnini
Vága kommuna og Sørvágs kommuna fara nú at eiga røktarheimið í Miðvági
 
07.01.2014 - 11:02

Landsstýrið fer at læna kommununum í Vágum 31,5 milliónir krónur at umvæla heimið á Sýnini í Miðvági. Lánið er treytað av, at løgtingið góðkennir tað.

Tað stendur í avtaluni, sum er gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

Kommunurnar eiga

Avtalan ber í sær, at røktarheimið, sum ein sjálvognarstovnur higartil hevur átt, nú verður ogn hjá kommununum. Tá kommunurnar hava yvirtikið heimið, verður farið undir umfatandi umvælingararbeiði, sum kommunurnar hava ábyrgdina av.

Treytað av samtykt løgtingsins, lænir landsstýrið Vága kommunu og Sørvágs kommunu 31,5 milliónir kr. til umvælingararbeiðið. Bæði ognarluturin í heiminum og lánsupphæddin verður lutað millum kommurnar eftir fólkatali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981