- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári P. Højgaard: Andstøðan vunnið tunnilsstríðið
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verða almennir, og andstøðan hevur vunnið stríðið.
Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, við tíðindaportalin In.fo.
Tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum, arbeiddi hann burturav við einari privatari loysn fyri Eysturoyartunnilin, men so nógv rumbul stóðst av málinum, at endin varð, at løgmaður koyrdi Kára P. Højgaard frá.
Snarað 180 stig
- Nú hevur samgongan snarað 180 stig, tí loysnin, sum liggur á borðinum, er ein almenn loysn burturav, sigur Kári P. Højgaard við In.fo.
Umboð fyri allar flokkar á tingi hava gjørt eitt lógaruppskot, sum í løtuni er til hoyringar hjá flokkunum.
Tað merkir, at eitt alment partafelag verður stovnað, sum fyrst skal gera Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin.
Ivast í tíðarætlan
Kári P. Højgaard ivast í, um tíðarætlanin fyri Eysturoyartunnilin fer at halda. Sambært privatu loysnini skuldi verða koyrandi í 2018, men politisk ósemja hevur seinkað verkætlanini. Felagið skal stovnast, jarðfrøðiligar kanningar skulu gerats, og arbeiðið skal bjóðast út.
- Tí havi eg lítlar og ongar vónir um, at upprunaliga tíðarætlanin fer at halda, sigur Kári P. Højgaard við In.fo.