- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna lánsheimild hjá Búnaðargrunninum
Lógin um Búnaðargrunnin er ógreið.
Ivi er um, antin grunnurin kann læna pengar til at keypa festibrøv og mjólkarkvotur. Fiskimálaráðið kannar nú málið fyri at fáa greiðu á, um Búnaðargrunnurin hevur hesa heimildina í lógini.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, at hendan kanningin verður liðug nú í januar.Verður úrslitið tað, at grunnurin hevur heimildina, so er spurningurin, um hann skal hava hana.
Fer at viðgera heimildina
Jacob Vestergaard sigur, at tá niðurstøða er gjørd um heimildina at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, fer hann gjølla at viðgera spurningin, um Búnaðargrunnurin skal hava hesa heimildina ella, um lógin skal broytast.
Eitt løgfrøðiligt umboð fyri Búnaðargrunnin og ein stýrislimur hava vent sær til Fiskimálaráðið um ivan um lógarheimildina, og lógartulkingarnar eru ymiskar, stendur í svarinum hjá Jacob Vestergaard til Bjørt Samuelsen.