Eldraøkið í tinginum í morgin

Eldraøkið í tinginum í morgin
Sambært uppskotinum skal eldraøkið leggjast út til kommunurnar 1. januar næsta ár
 
06.01.2014 - 15:29

Á fyrsta fundinum í ár, sum verður fyrrapartin í morgin, fer løgtingið at viðgera lógina, ið flytur eldraøkið frá landinum til kommunurnar. 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri jól lógaruppskotið um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt og annað fyri løgtingið.

Samstarvsøki

Sambært lógini skulu kommunurnar í seinasta lagi 1.juli verða skipaðar í góðkend kommunal samstarvsøki, og hava fingið skrivliga samstarvsavtalu um, hvussu eldraøkið skal umsitast. Ætlanin er, at kommunurnar fáa eldraøkið at umsita 1.januar 2015.  Samstundis er komið lógaruppskot um heimatænastu eldrarøkt og annað.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11, og tá 1. viðgerð er liðug, verða bæði málini um eldrarøkt beind í trivnaðarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981