- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Rusland gjørt fiskiveiðuavtalu
Eftir tvey samráðingarumfør skrivaðu Føroyar og Russland 20. desember undir sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2014.
Avtalan er á nøkulunda sama støði sum undanfarin ár, tó eru einstakar broytingar.
Bulurin í avtaluni er framvegis botnfiskur í russiskum sjógvi og svartkjaftur í føroyskum sjógvi, men atlit eru tikin til broyttar umstøður í fiskiskapinum og fiskasløgunum.
Føroysk skip kunnu í 2014 fiska 20.500 tons av toski, 1.800 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi.
Í mun til avtaluna fyri 2013 er talan um eina lítla øking í botnfiskakvotuni.
Toskakvotan er hækkað 500 tons, ímeðan hýsukvotan er lækkað við 200 tonsum.
Føroyska rækjukvotan í russiskum sjógvi er økt við 1.000 tonsum.
Russisk skip kunnu í 2014 fiska 75.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi.
Harumframt er møguleiki hjá russiskum skipum at royndarveiða á djúpum vatni.
Í mun til avtaluna í 2013 er talan um eina øking av makrelkvotuni uppá 1.000 tons, ímeðan svartkjaftakvotan og royndarkvotan á djúpum vatni eru óbroyttar.
Russisk skip fáa eisini atgongd at fiska upp til 25 % av tí kvotu, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi, í føroyskum sjógvi í 2014.
Seinastu árini eru nøgdirnar av sild í føroyskum sjógvi nógv øktar og eisini standa makrelur og sild saman part av árinum.
Hetta hevur havt týdning fyri fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi.
Atlit er tikið til hetta í avtaluni fyri 2014, soleiðis at russisk skip fáa størri møguleika fyri at hava sild sum hjáveiðu í makrelfiskiskapinum í 2014.
Samlaða hjáveiðan av sild kann í mesta lagi vera 10.000 tons.
Fiskiveiðiavtalan í millum Føroyar og Russland er ein týdningarmikil avtala fyri báðar partar.
Eg gleðist um at tað aftur eydnaðist pørtunum at koma á mál við eini skilagóðari avtalu fyri 2014 sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.