Atlantic Airways kannar tollfría sølu

Atlantic Airways kannar tollfría sølu
Stórur missur hjá felagnum, tá Vága Floghavn fer at selja tollfríu vørurnar
 
23.12.2013 - 09:13

Atlantic Airways kannar aðrar møguleikar fyri tollfríari sølu, nú Vága Floghavn hevur avgjørt sjálv at standa fyri tollfríu søluni á flogvøllinum frá mai næsta ár, tá nýggja farstøðin skal vera liðug.

Í fráboðan til keypsskálarnar harmast flogfelagið um avgerðina hjá P/f Vága Floghavn.

Atlantic Airways hevur havt tollfríu søluna á flogvøllinum síðani í januar 2009.

Sølan er ein góð inntøka hjá felagnum, sum nú kannar aðrar møguleikar fyri tollfríari sølu.

Áðrenn farið varð at selja á flogvøllinum, bæði við fráferð og komu, seldi Atlantic Airways tollfríar vørur í flogførunum.

Nevndin í Vága Floghavn hevur, av strategiskum orsøkum, sum tey siga, tikið útboðið av tollfríu søluni aftur, hóast nøkur tilboð vóru komin.

Floghavnin fer sjálv at selja tollfríu vørurnar frá mai næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946