Skip í Eysturoynni og Norðoyggjum rinda mest

Skip í Eysturoynni og Norðoyggjum rinda mest
Tilsamans hava skip, sum hava fiskað sild og makrel í ár, goldið 136 mió. kr. í veiði- og avreiðingargjaldi
Tummas T hevur goldið mest í veiði- og avreiðingargjaldi
 
20.12.2013 - 11:08

Skip hava goldið góðar 136 milliónir kr. í veiði- og avreiðingargjaldi fyri makrel og sild í ár, vísir eitt yvirlit í Norðlýsinum. Meginpartin hava skip, sum eru skrásett í Norðoyggjum og Eysturoynni, goldið, ella tilsamans 77 prosent .

Tummas T hevur goldið mest, góðar 12 milliónir kr. Tróndur í Gøtu hevur goldið slakar 11 milliónir, Jupiter 10,3, og Finnur Fríði slakar 10 milliónir kr.

Norðborg hevur goldið 10,6 milliónir og Christian í Grótinum góðar 10 milliónir kr.

Skip, sum eru skrásett í Eysturoynni, hava goldið tilsamans slakar 70 milliónir í veiði- og avreiðingargjaldi fyri sild og makrel - tað eru 51 prosent -  og skip í Norðoyggjum 37 milliónir, sum eru góð 27 prosent, vísir yvirlitið í Norðlýsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946