Íslendingar fáa 9.000 tons í Barentshavinum

Íslendingar fáa 9.000 tons í Barentshavinum
Enn er eingin fiskirættindasáttmáli gjørdur millum Føroyar og Russland
 
20.12.2013 - 08:52

Ísland hevur fingið 9.000 tons av toski í russiska partinum av Barentshavinum næsta ár.

Sambært Smogusáttmálanum millum Ísland, Russland og Norra frá 1999 samdust Ísland og Russland um, at Ísland fær knappliga 5.700 tons av toski. Harafturat kunnu íslendsk reiðarí keypa 3.400 tons av toski í Barentshavinum næsta ár.

Føroyar og Russland hava ikki enn gjørt fiskirættindasáttmála fyri 2014. Samráðingar vóru í Havn 25. og 26.november. Men eingin semja fekst. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946