Íslendingar selja Skálaberg til Grønlands

Íslendingar selja Skálaberg til Grønlands
Reiðaríið hevur staðfest, at grundarlag er ikki fyri at lata Skálaberg fiska í íslendskum sjógvi
 
18.12.2013 - 08:58

Trolarin Skálaberg endar nú í Grønlandi. Hann varð keyptur úr Argentina til Íslands fyri einum góðum ári síðani. Skálaberg kom til Íslands í mai í ár, men hann hevur ligið í Reykjavík síðani.

Íslendska felagið Brim, sum keypti Skálaberg, hevur staðfest, at grundarlag er ikki fyri at lata Skálaberg fiska í íslendskum sjógvi. Tí verður skipið selt grønlendska felagnum Artic Prime Fisheries næsta ár.

Brim eigur í grønlendska felagnum. Bæði grønlendingar og íslendingar vera við Skálabergi, tá hann fer at fiska fyri grønlendska felagið, veit íslendska kringvarpið at siga. Skálaberg varð seldur úr Føroyum til Argentina í 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946