Tavan í Leirvík byggir út

Tavan í Leirvík byggir út
Gulllaksavirkið, Tavan, í Leirvík hevur søkt um byggiloyvi til at seta eina hædd omaná bygningin, sum er í gerð
Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík
Mynd: eysturkommuna.fo  
 
11.12.2013 - 13:34

Sambært umsóknini frá Tavuni, verður søkt um loyvi at seta eina hædd aftrat upp á bygningin, sum í løtuni verður bygdur.

Sambært gerðarbókini frá býráðsfundi 25. november 2013 í Eysturkommunu er arbeiðið at byggja eina hædd aftrat longu byrjað. Í gerðarbókini stendur: ".. Upplýst er, at hæddin verður ikki tikin í nýtslu fyrr enn heimild er til hetta. Grundin til hetta er eisini kostnaðurin í mun til eina fyribils takkonstruktión."

Býráðið samtykti, at Tava fær heimild at inniloka fyrstu hædd.

Tavan í Leirvík hevur virkað gullaks síðan 1994, og virkið arbeiðir gullaks um summarið og upsa um veturin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749