Dýrasta barnaansingin er í Sjóvar Kommunu

Dýrasta barnaansingin er í Sjóvar Kommunu
Í roknskaparyvirlitinum hjá Gjaldstovuni sæst, at Sjóvar kommuna í ár brúkar 6,6 milliónir krónur til barnaansing
Í Sjóvar kommunu eru 78 børn í aldrinum 0 til 6 ár, og útreiðslan til ansing er 85.192 krónur fyri barnið
 
11.12.2013 - 11:27

Næstdýrast er barnaansingin í Sunda kommunu, har tey brúka 80.229 krónur pr. barn, og triðstørstu útreiðsluna finna vit í Nes kommunu, har tey rinda 77.568 krónur pr. barn til barnaansing.

Meðalútreiðslan til barnaansing fyri tær 18 størstu kommunurnar í landinum, er 66.427 krónur.

Bíligast sleppur Skopunar kommuna, sum brúkar 39.295 krónur pr. barn til barnaansing. Hvalbiar kommuna brúkar 45.079 krónur pr barn og Vágs kommuna brúkar 48.718 krónur pr. barn til barnaansing.

Dýrasti fólkaskúlin er í Skopun

Sleppur Skopunar kommuna bíligt við barnaansingini, so er Skopunar kommuna tann kommunan, sum brúkar nógv flestar pengar til fólkaskúlan.

Í ár brúkar Skopunar kommuna 2,8 milliónir krónur til fólkaskúlan, og tað er 40.926 krónur, um talið verður býtt upp á tey 68 børnini millum 7 og 17 ár, sum eru skrásett í kommununi.

Meðalútreiðslan pr. barn til fólkaskúlan er annars 13.728 krónur.

Næststørstu útreiðslu til fólkaskúlan hevur Hvalbiar kommuna, sum brúkar 24.736 krónur pr. barn, meðan Sjóvar kommuna brúkar 24.687 krónur pr. íbúgva til fólkaskúlan.

Fólkaskúlin er bíligast í rakstri í Klaksvík, har útreiðslan er 10.390 krónur pr. barn. Meðan útreiðslan í Tórshavnar kommunu er 10.453 krónur og í Fuglafjarðar kommunu 12.057 krónur pr. barn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990