- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsmenninir royna framvegis
Semingsstovnurin hevur fyrrapartin havt fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at hann einki kann siga eftir tann fundin. Og seinni í dag fer semingsmaðurin á fund við Pedagogfelagið. Hóskvøldið sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsstovninum, eftir at samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaðu.
Ósemja tók seg knappliga upp um útrokningarnar, nú farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini. Sáttmálin millum Pedagofelagið og Fíggjarmálaráið og Kommunala Arbeiðgevarafelagið fór úr gildi 1.oktober.