- Tíðindi, mentan og ítróttur
Novo Nordisk er meldað til løgregluna
Málið snýr seg um tvey sløg av insulini, Tresiba og Ryzodeg, sum FDA ikki vildi góðkenna. Hetta boðaði FDA Novo Nordisk frá í einum brævi fríggjakvøldið 8. februar í ár.
Men Novo Nordisk kom ikki við nakrari almennari fráboðan fyrr enn sunnudag, altso tveir dagar eftir, tí fyritøkan fyrst vildi kannað, hvørjar avleiðingar vantandi góðkenningin fór at hava við sær.
Fíggjareftirlitið heldur, at Novo átti at havt almannakunngjørt avgerðina hjá FDA alt fyri eitt, - longu sama fríggjakvøld, sum Novo fekk svarið frá FDA.
Leiðslan á Novo Nordisk sigur sambært Ritzau, at tey taka avgerðina hjá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og vilja samstarva við myndugleikarnar um kanningarnar, sum nú skulu gerast av málinum.