Mótmæla skerjingum í íslendska Kringvarpinum

Mótmæla skerjingum í íslendska Kringvarpinum
Íslendski mentamálaráðharrin tekur í dag ímóti 10.000 undirskriftum frá fólki, sum mótmæla skerjingum í RÚV
Íslendska kringvarpið hevur eina sjónvarpsrás og tvær útvarpsrásir
 
10.12.2013 - 12:06

Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, fær í dag handað umleið 10.000 undirskriftir, har kravt verður, at stjórnin tekur aftur uppsagnirnar í íslendska kringvarpinum, RÚV, og forðar fyri, at RÚV noyðist at fremja sparingar. Tað skrivar visir.is.

Heitið fyri innsavningini av undirskriftum er: Ríkiskringvarpið er ikki bara eitt krav innan mentan og tilbúgving, men talan er eisini um ein óheftan miðil, sum størsti parturin av fólkinum hevur álit á, og tað hava meiningakanningar eisini fleiri ferðir víst.

RÚV hevur eisini í útbúgvingarhøpi ómetiliga týdningarmiklan leiklult, umframt at stovnurin eisini borðreiður við undirhaldi og skemti. Illugi Gunnarsson, íslendskur mentamálaráðharri, fær undirskriftirnar klokkan hálvgum seks í kvøld.

Uppsagnir

Fimta hvørt starvsfólk í íslendska kringvarpinum, RUV, varð fyrr í mánaðinum sagt úr starvi.

290 fólk starvast í RÚV, og 60 hava fingið uppsøgn. Orsøkin er, at kringvarpsgjaldið minkar, og lýsingatinntøkurnar eru eisini fækkaðar. Avleiðingin av uppsagnunum er, at fleiri sendingar verða tiknar av skránni.

15 av uppsøgdu fólkunum eru tíðindafólk útvarpinum. Tað merkir, at tíðindasendingarnar verða færri og styttri, og ongin tíðindasending verður um náttina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881