Færri lomvigur í Grønlandi

Færri lomvigur í Grønlandi
Vanliga ber til at keypa lomvigur í hópa tali hesa ársins tíð. Men í ár heldur lomvigan til longri úti á havinum, skrivar Sermitsiak
Mynd av lomvigum á brettinum, Kalaaliaraq, í Nuuk
 
10.12.2013 - 11:44

Í llulissat í Grønland er vanliga ovmikið av lomvig til keyps niðri á Brettinum, Kalaaliaraq. Men so er ikki í ár.

Tað eru ikki færri lomvigur, men tær eru longri úti á havinum nú enn fyrr, sigur formaðurin fyri fiski- og veiðimansfelagið NAPP, Johannes Heilmann, við Sermitsiaq.ag.

Í Grønlandi er loyvt at skjóta lomvigu frá 15. oktober, og nú tveir mánaðir seinni, eru bara fáar lomvigur at síggja nærindis Nuuk.

Fylgja føðini

- Tað er náttúran, ið avgerð tað, og lomvigan fylgir føðini, sum í ár er langt úti á havinum, í mun til fyrr. Og siglir tú nóg leingi, renur tú teg í nógva lomvigu, sigur Johannes Heilmann.

Lívfrøðingar meta, at lomvigan er um at verða avoydd, og hava mælt til, at hon verður friðað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881