Vildu avtaka verkfalsrættin

Vildu avtaka verkfalsrættin
Á semingsfundinum í Skálavík í november í ár varð umrøtt at brúka somu skipan sum frálandaskipini hava, har partarnir hava fimm ára friðarskyldu
Í blaðnum, Mið og Magn, greiðir Eyðstein Djurhuus, form. í skipara- og navigatørfelagnum frá, um samráðingarnar í farna mánaði
 
09.12.2013 - 10:32

Yvirmannafeløgunum stóð í boði at fáa styttri arbeiðstíð á strandfaraskipunum aftur fyri at siga frá sær verkfalsrættin. Men tað vildu feløgini ikki. Tað skrivar Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, í oddagreinini í blaðnum Mið og Magn, sum Skipara- og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið geva út.

Semingsstovnurin kom upp í sáttmálatrætuna millum feløgini og Lønardeildina. Nýggjar reglur um hvílitíð hjá sjófólki fingu feløgini at krevja broyttar arbeiðstíðir.

Eyðstein Djurhuus skrivar, at Lønardeildin vildi góðtaka ynskið um styttri arbeiðstíð, um feløgini vildu siga frá sær verkfalsrættin. Feløgini svaraðu, at tað fór at kosta tað sama, sum tá limirnir í Fiskiveiðieftirlitinum gjørdust tænastumenn.

Fráboðan um arbeiðssteðg

Eyðstein Djurhuus skrivar eisini, at nýggj lóg um Semingsstovnin varð samtykt í vár. Hon áleggur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at avtala reglur um fráboðan um arbeiðssteðg.

 Á semingsfundinum í Skálavík í november varð umrøtt at brúka somu skipan sum frálandaskipini hava, har partarnir hava fimm ára friðarskyldu.

Semingsmenninir gjørdu tó vart við, at teirra uppgáva er ikki at koma við nýggjum reglum á arbeiðsmarknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722