Hús til trýsttanga

Hús til trýsttanga
Landsstýrið hevur sett av 1 milj.kr. á fíggjarlógini næsta ár til at byggja trýsttanga
Trýsttangin stendur hjá Vørn á Sandvíkarhjalla. Men hann skal flytast til Landssjúkrahúsið
 
09.12.2013 - 08:24

Landssjúkrahúsið skal byggja eitt hús til trýsttangan, sum verður brúktur til kavarar fyri at fyribyrgja kavarasjúku.

Trýsttangin stendur hjá Vørn á Sandvíkarhjalla. Men hann skal flytast til Landssjúkrahúsið. Landsstýrið hevur tí biðið Fíggjarnevndina seta eina millión krónur í fíggjarlógina fyri 2014, so byggjast kann til trýsttangan við Landssjúkrahúsið.

Venjing er í trýsttanganum eina ferð um mánaðin. Tí samsvarar tað illa við arbeiði og vaktir á Landssjúkrahúsinum, at trýsttangin er á Sandvíkarhjalla og ikki við Landssjúkrahúsið, stendur í skrivinum frá Fíggjarmálaráðnum til Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344