Fólkatalið í Føroyum veksur spakuliga

Fólkatalið í Føroyum veksur spakuliga
Vit eru vorðin 134 fleiri fólk í Føroyum, enn 1. september í fjør
Burðaravlopið hetta frá sept. 2012 til sept. 2013 var 227

09.12.2013 - 14:22

Hagstovan hevur júst gjørt upp, hvussu nógv fólk búðu í Føroyum 1. september. Tá vóru 48.159 fólk, og tað er 134 fólk fleiri enn 1. september í fjør.

Burðaravlopið hetta 12 mánaðarskeiðið var 227. 93 fleiri fluttu av landinum, enn tað fluttu til landið.

Havnin veksur

Størsti fólkavøksur er í høvuðsstaðarøkinum. Har búgva 215 fólk fleiri enn í september í fjør.

Í Norðoyggjum og í Vágum búgva níggju fólk fleiri enn í fjør. Í øllum hinum økjunum minkaði fólkatalið samanlagt 99 fólk. Størsta afturgongdin er í Eysturoy.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at færri flyta av landinum, og burðaravlopið í hesum síðsta 12 mánaðarskeiðið var meira enn tvær so stórt sum nettoflytingin av landinum, skrivar Hagstovan á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722